Atlantic Airways eitt flogfar afturat

14.08.2019 - 07:23
AktueltVinna
Atlantic Airways eitt flogfar afturat
Flogfarið, eitt Airbus 320neo, kemur til Føroya í mai
 

Næsta ár fær Atlantic Airways eitt flogfar aftrat. Tá telur flotin fýra flogfør, føroyska flogfelagið eigur trý flogfør í dag. Talan verður um eitt flogfar av slagnum Airbus 320neo, sum kemur til Føroya í mai.

Samstundis sum Atlantsflog kunnger hetta, boðar felagið frá, at tey hava gjørt trý ára samstarvsavtalu við donsku ferðaskrivstovuna Primo Tours, soleiðis at Atlantic Airways eisini vinnur pening upp á nýggja flogfari í lágárstíð. 

Nýggja flogfarið fer at flúgva úr Danmark til ymisk ferðamál sunnanfyri í lágárstíð.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Nón 27. februar 2020
105374
Hósdag 27. februar
Mono: Beach Boys (4:5)
105370
Hósdag 27. februar
LEITISSTEIN 24.02.2020 (1t)
105366
Hósdag 27. februar
Dagsins yrking - Millum aldurnar
104578
Hósdag 27. februar
Tey "hevði" og "segði"
105351
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Úr savninum: Ymisk lív
105296
Mánadag 24. februar
Upp á gólv - í Skálanum
105214
Mánadag 24. februar
3-2
105221
Sunnudag 23. februar
Andakt við Carsten Fonsdal Mikkelsen
105169