Línuskipini ikki so illa fyri

Línuskipini ikki so illa fyri
Støðan hjá línuskipunum er ikki so ring, sum hon kann tykjast sambært framløguni hjá grannskoðanarvirkinum NUMO í Klaksvík týskvøldið
Frystilínuskipini kunnu fara á Flemish kap. Klakkur er har í løtuni, og fiskiskapurin er eisini góður har um summarið, men sjógvurin er í heitari lagi, 10-12 stig, so fiskurin krevur stóra frystiorku, tí fiskurin skal fyrst niður í 0 stig
 
15.08.2019 - 12:41

Formaðurin í felagnum Línuskipum, Hálvdan Gudmundsen í Sandavági, sigur, at 14 skip eru í felagnum.

11 teirra høvdu svørt tøl (tað er avlop) á botnlinjuni í fjør. Og 2019 sær út til at verða eitt betri ár enn 2018, sigur formaðurin í Línuskipum.  

Men øll skipini í bólki 3, har sum línuskipini eru, eru ikki limur í felagnum Línuskipum. Okkurt roynir við gørnum og okkurt eftir krabba. 

Línuskipini hava nógvar møguleikar at sleppa á fiskileiðir, bæði undir Føroyum og í sjónum hjá øðrum, sigur Hálvdan Gudmundsen. 

NUMO gjørt kanning  

Niðurstøðurnar í kanningini hjá NUMO eru, at stór spjaðing er í úrslitunum hjá línuskipinum í 2018. 

Okkurt ísfiskalínuskip hevði hampiliga gott úrslit, men tey flestu høvdu munandi hall í rakstrinum í fjør. Frystilínuskipini kláraðu seg tó væl.

Raksturin hjá línuskipum royndist betur í 2018 enn í 2017, er niðurstøðan hjá NUMO. Miðalaldurin hjá línuskipunum var 47 ár við árslok 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012