Krevja at starvsfólk hava arbeiðsstað í Føroyum

Krevja at starvsfólk hava arbeiðsstað í Føroyum
Nøkur starvsfólk hjá Atlantic Airways kunnu ikki longur búgva í Danmark, tí tey skulu hava arbeiðsstað í Føroyum
Atlantic Airways krevur nú, at nakrar av flogternunum hjá felagnum, sum búgva í Keypmannahavn, skulu hava arbeiðsstað í Vágum
 
16.08.2019 - 12:24

Atlantic Airways krevur nú, at nakrar av flogternunum hjá felagnum, sum búgva í Keypmannahavn, skulu hava arbeiðsstað í Vágum.

– Talan er um eina umskipan av arbeiðinum hjá felagnum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í samrøðu við útvarpið.

 >> SÍ EISINI Finnast at Atlantic Airways

Undir flytingini av arbeiðsstaðnum hjá flogternunum spøkir sáttmálatvídrátturin frá fyrr í summar, tá leiðslan í Atlantic Airways sendi forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum hjá flogternunum, Súluni, til hús.

Uppsagnirnar koma eftir, at starvsfólkini í fjør heyst samtyktu at fara uppí felagið, FPU, sum er danska felagið fyri flogternur. 

FPU hevur síðani tá roynt at fáa samráðingar um nýggjan sáttmála við Atlantic Airways og Føroya arbeiðsgevarafelag, men Føroya arbeiðsgevarafelag hevur noktað at samráðast við FPU. 

 >> SÍ EISINI Atlantsflog sagt tvey virkandi álitisfólk úr starvi

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airwys, vísti tá aftur, at uppsagnirnar av forkvinnununi og næstforkvinnuni í felagnum, Súluni, hevði nakað sum helst við fakfelags-leiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera. 

Jóhanna á Bergi sigur tó í dag, at tað er nátúrligt, at á føroyska arbeiðsmarknaðinum skulu føroyskir sáttmálar galda.

Stjórin í Atlantic Airways tvíheldur um, at flytingin av arbeiðsstaðnum hjá flogternunum í Keypmannahavn er ein umskipan av arbeiðinum hjá felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480