Kanning: Valsendingar í sjónvarpi størstu ávirkan

bannari
22.08.2019 - 15:53
AktueltPolitikkur
Kanning: Valsendingar í sjónvarpi størstu ávirkan
Tey ungu eru ídnari at leita sær vitan um politikk í miðlunum, nú valstríð er, enn teir eldru veljararnir eru
Valsendingarnar í sjónvarpinum hava størstu ávirkan, sambært nýggjari kanning
Mynd: © KvF  
 

Tað eru valsendingarnar í sjónvarpinum, sum hava størstu ávirkan.Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 

Í veljarakanningini, har Spyr.fo spurdi 500 veljarar týskvøldið, varð eisini hesin spurningur settur: Hvørjar miðlar hevur tú brúkt til at kunna teg í sambandi við løgtingsvalið?

Lesarabrøv avmarkaða ávirkan

Tey spurdu høvdu møguleika at geva fleiri svar. Men nógv tey flestu, 45,6 prosent tilsamans, søgdu seg leita sær kunning í valsendingunum, sum eru í sjónvarpinum.

Facebook hjá valevnum og flokkum er næstmest brúkti kunningarmiðil, valsendingarnar í útvarpinum kemur á triðja plássi og lesarabrøv á netinum á fjórða.

Men tað er eisini rættiliga nógv, 23,2 prosent, sum ikki brúka nakran av teimum nevndu miðlunum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Nón 27. februar 2020
105374
Hósdag 27. februar
Mono: Beach Boys (4:5)
105370
Hósdag 27. februar
LEITISSTEIN 24.02.2020 (1t)
105366
Hósdag 27. februar
Dagsins yrking - Millum aldurnar
104578
Hósdag 27. februar
Tey "hevði" og "segði"
105351
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Úr savninum: Ymisk lív
105296
Mánadag 24. februar
Upp á gólv - í Skálanum
105214
Mánadag 24. februar
3-2
105221
Sunnudag 23. februar
Andakt við Carsten Fonsdal Mikkelsen
105169