Bíðitíð til viðgerð í mesta lagi 30 dagar

Bíðitíð til viðgerð í mesta lagi 30 dagar
Eingin skal bíða meir enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð. So ítøkilig er ætlanin á heilsuøkinum í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað í gjár
 
15.09.2019 - 10:31

Ein skipan við viðgerðartrygd skal setast í verk í Føroyum, so eingin skal bíða meir enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð í heilsuverkinum. 

Harvið hevur Sambandsflokkurin fingið eitt av høvuðsvallyftum floksins á heilsuøkinum niðurfelt í samgonguskjalið. 

Bíðitíðin er ymisk á teimum ymsu deildunum og økjunum í Føroyum, og í einstøkum førum kann bíðitíðin vera drúgv. Eitt nú er fleiri ára bíðitíð hjá fólki, sum hava tørv á eini ADHD útgreining. 

Tað er eisini ætlanin hjá nýggja landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at allar bíðitíðir skulu vera almennar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860