Google ger fimm sólkyknulundir í Danmark

Google ger fimm sólkyknulundir í Danmark
KT-risin Google fer at gera íløgur í sól- og vindorku í Evropa fyri tilsamans sjey milliardir krónur
 
20.09.2019 - 14:02

Millum annað er ætlanin at gera fimm nýggjar sólkyknulundir í Danmark, sum kunnu framleiða 160 megawatt. Tað svarar til orkuna, sum 32.000 sethús, ið hava sóltekju, kunnu framleiða. 

Fyrstu tríggjar sólkyknulundirnar í Danmark verða ætlan tiknar í nýtslu næsta summar, og hinar báðar um eitt ár ella so.

Miðstøðin í Danmark kostar 4,5 mia.

Funnist hevur verið at kt-risum sum Google og Facebook, tí datamiðstøðirnar hjá fyritøkunum brúka so nógvan streym.

Í fjør kunngjørdi Google, at fyritøkan fer at byggja eina datamiðstøð í Danmark fyri 4,5 milliardir krónur. Hon verður eftir ætlan liðug seinast í 2020.

Umframt sólkyknulundirnar í Danmark ætlar Google at byggja lundir í Svøríki, Finnlandi og Belgia. Arbeitt verður eisini við verkætlanum í USA og Kili, sigur Google.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537