Trý ferðsluóhapp

Trý ferðsluóhapp
Ein bilur rendi á grót, sum var dottið undan loftinum í Kollfjarðartunlinum
 
28.09.2019 - 10:26

Nøkur ferðsluóhapp hava verið í gjár og ídag. Seinnapartin í gjár datt grót undan loftinum í Kollfjarðartunlinum, og ein bilur rendi á.

Bilurin fór illa, men tíbetur hendi eingin mansskaði. Neyðugt var heldur ikki at steingja tunnilin eftir hendingina, so ferðslan helt fram.

Við Krókafoss nakað sunnanfyri Meginskúlan rendi ein bilur út av, og hann fór so mikið illa, at pláturnar vórðu tiknar av bilinum. Heldur ikki tá hendi nakar mansskaði.

Tað triðja ferðsluóhappið hendi á Oyggjarvegnum tíðliga í morgun klokkan 6:50, Við Mannafalsdal fór ein bilur út av vegnum í tjúkka mjørkanum. Heldur ikki í tí førinum hendi nakar mansskaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418