New York-flúgving útsett

New York-flúgving útsett
Flúgvingin til New York hjá Atlantic Airways, ið skuldi byrja nú í oktober, er fyribils útsett til vár
Flúgvingin hjá Atlantic Airways til New York, ið skuldi byrja nú, er fyribils útsett til í mars, tí tað tað gongur so striltið, at fáa neyðugu loyvini upp á pláss
 
07.10.2019 - 05:44

Gongur sum ætlað hesa ferð, byrjar flúgvingin til New York í mars mánað. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá flogfelagnum, við útvarpið.

Ætlanin var, at Atlantic Airways skuldi byrja flúgvingina til New York nú í oktober, men arbeiðið við, at fáa tey neyðugu loyvini uppá pláss, hevur verið umfatandi.

 >> SÍ EISINI Ivi um New York-flúgving

Nógv meira umfatandi enn føroyska flogfelagið nakrantíð hevði ímyndað sær, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið.

– Vit hava just verið í New York, og nú hava vit fingið játtað pláss í Newark-floghavnini, sum er ein høvuðsfortreyt fyri øðrum loyvum til New York-flúgvingina, sigur Jóhanna á Bergi.

Í fyrsta umfari verður talan um sjey-átta túrar í vár, og eisini sjey-átta túrar á heysti næsta ár, sigur stjórin í føroyska flogfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329