Brexit-avtalan næstan klár

Brexit-avtalan næstan klár
ES og Bretland eru nær eini Brexit-avtalu, men tað verður helst ikki lætt at fáa meiriluta í bretsku stjórnini fyri henni
Brexit-avtalan er næstan komin undir land, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson
 
17.10.2019 - 08:32

Kravmiklar samráðingarnar vóru í allan gjár fyri millum annað at fáa orðingarnar upp á pláss um Norðurírland, skrivar BBC.

Hóttanin um Brexit við ongari avtalu 31. oktober, gav báðum pørtum orku, men at fáa avtaluna samtykta í sindraða parlamentinum er stór avbjóðing.

Samráðingarskeiðið verður kanska longt

Boris Johnson, hevur ikki meirilutan í parlamentinum. Tí roynir hann at fáa hørðu mótstøðufólkini móti Brexit í konservativa flokkinum og í norðurírska DUP-flokkinum, at verða meiri opin.

Bretski forsætisráðharrin vil hava Bretland úr ES 31. oktober, sama hvat. ES hevur longu longt samráðingartíðarskeiðið tvær ferðir.

Embætisfólk í ES vænta, at tíðarskeiðið verður longt aftur - kanska upp í tríggjar mánaðir, fyri at loysa løgfrøðiligu viðurskiftini, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537