Løgreglan umhugsar revsimál

Løgreglan umhugsar revsimál
Løgreglan í Noregi kannar nú, um nakar kann revsast eftir at ein fregatt og eitt tangaskip stoyttu saman fyri einum ári síðani
Norska fregattin, Helge Ingstad, og maltesiska tangaskipið, Sola, stoyttu saman 8. november í fjør. Nú endar málið kanska sum revsimál
 
06.11.2019 - 15:32

Norska løgreglan kannar nú, um norska verjan og norska sjóverjan skulu revsast eftir at norska fregattin, Helge Ingstad, og maltesiska tangaskipið, Sola, stoyttu saman í Hjeltefjørðinum í Hordalandi í Noregi 8. november í fjør.

137 fólk vórðu flutt av Helge Ingstad, og átta fingu skaða. Fregattin gjørdist vrak av harða samanstoytinum. Fríggjadagin verður frágreiðingin frá skaðanevndini løgd fram.

Tað er komið undan kavi, nú eitt ár er liðið síðani samastoytin, at alt var ikki, sum tað skuldi vera henda heystardag í 2018.

Hildu at tangaskipið var ein farstøð

Norska TV2 avdúkaði í september at eingin var á vakt á fimm av støðunum á brúnni umborð á fregattini, sum tað átti at vera, tá fregattin sigldi inn í Hjeltfjørðin hesa náttina.

Maðurin, sum hevði útkikk í stýriborð, var til nátturða og sat í messini ein minutt áðrenn samanstoytin 8. november í fjør.

Skaðanevndin staðfestir, at tað hevur týdning, at manningin á brúnni hevði skeiva fatan av hvussu støðan var, og helt tí, at oljutangaskipið Sola var farstøðin í Sture.

Frágreiðingin verið til hoyringar

Farstøðin kom í stýriborð. Tá útkikkarin varð liðugur at eta og fór aftur á brúnna, sá hann tástani, sambært TV2, at støðan var álvarslig.

Frágreiðingin hjá skaðanevndini, sum verður løgd fram fríggjadagin, hevur í heyst verið til hoyringar hjá fleiri pørtum. Millum annað hava sjóverjan, reiðaríið, sum eigur tangaskipið, og sjey av manningini á brúnni á Helge Ingstad lisið frágreiðingina. 

TV2 skilir, at óhappið hendi av fleiri samanfallandi orsøkum, fleiri smærri mistøk ella vánaligt samskifti millum ymsu aktørarnar. Onnur enn manningin á fregattini hava eisini gjørt mistøk, sigur norska tv2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444