Samherji í knípu

Samherji í knípu
Stjórin í íslendska felagnum, Samherja, Torsteinn Már Baldvinsson, fer frá, til kanningin av felagnum er liðug
Íslendska reiðaríið Samherji hevur seinastu tíggju árini mutrað leiðandi politikarar og embætisfólk í Namibia fyri at fáa hendur á landsins virðismiklu fiskikvotum
 
15.11.2019 - 07:50

Tað boðar íslendska felagið frá. Meðan kanningin verður gjørd, verður Bjørgólfur Jóhannsson, virkandi stjóri.

Felagið Samherji hevur sjálvt sett kanning í verk, og hevur sett altjóða løgfrøðingafyritøkuna, Wikborg Rein, at kanna viðurskiftini, og hon skal samskifta beinleiðis við nevndina í Samherja.

Vilja sjálvi kanna viðurskiftini

– Vit hava fleiri túsund fólk í starvi kring heimin, og vit vilja sjálvi kanna viðurskiftini, tí vit vilja hava, at okkara virksemi samsvarar við allar lógir, sigur nevndarformaðurin, Eirikur S. Jóhansson, í tíðindaskrivi, sum verður endurgivið í norskum miðlum.

Torsteinn Már Baldvinsson er eisini nevndarformaður í føroyska felagnum Framherja, ið hann eigur saman við Anfinni Olsen og Elisabeth Eldevig. Útvarpið tosaði við Anfinn Olsen í gjár. 

Hann segði, at Tórsteinn Már Baldvinsson er framvegis nevndarformaður í Framherja, og enn hevur ikki hevur verið tosað um spurningin, um hann skal halda sum nevndarformaður ella ikki.

 >> SÍ EISINI Samherji hevur mutrað í 10 ár

Týsdagin kom fram, at skjøl frá Wikileaks vístu, at Samherji hevur mutrað tænastufólk í Namibia, fyri at fáa atgongd til kvotur.

Samstundis kom fram, at felagið frá 2011 til 2018 hevði flutt nærum 700 milliónir krónur í skattaskjól í Marshalloyggjunum. Peningurin skal vera fluttur gjøgnum kontur í norska bankanum, DNB.

Sambært íslendska miðlinum, Stundini, skulu pengarnir millum annað vera frá fiskiskapi eftir rossamakreli í namibiskum sjógvi, har felagið hevur útvegað sær kvotur við at rinda embætisfólkum stórar upphæddir.

Gav boð um at mutra embætisfólkini

Fyrrverandi leiðarin fyri virkseminum í Namibia, Jóhannes Stéfansson, hevur sagt, at tað var Tórsteinn Már Baldvinsson, stjóri, sum gav boð um at mutra embætisfólkini.

Og pengarnir á kontuni í Marshalloyggjunum vórðu nýttir til at rinda hýrur til verksmiðjutrolararnar hjá Samherja. Teir trolararnir fiskaðu rossamakrel við Mauritania og Marokko.

Amerikanski bankin, Bank of New York Mellon, vildi ikki gera eina flyting, og tá fór norski bankin, DNB, undir at kanna viðurskiftini. Tað hevði við sær, at DNB í mai í fjør stongdi konturnar hjá felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858