MVG-frítøkan hjá felagsskapum skal halda fram

MVG-frítøkan hjá felagsskapum skal halda fram
Felagsskapir, sum virka innan ítrótt, mentan og átrúnað, skulu framhaldandi fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið, um teir gera stórar íløgur.
 
18.11.2019 - 07:24

Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar um at leingja umsóknarfreistina  fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir.

Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn eina millión, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av samlaða íløgukostnaðinum.
Treytin er, at talan IKKI er um vinnuligt virksemi, men um almannagagnligt frítíðarvirksemi, og at í minsta lagi ein triðingur av samlaða kostnaðin er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.

Hetta undantakið gongur út á nýggjárinum, men verður longd við einum ári - fram til árskiftið 2020, sambært uppskotinum úr Fíggjarmálaráðnum.

Frammanundan hava andstøðuflokkarnir - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn -  skotið upp at leingja somu lógina - ikki eitt ár men trý ár fram til 31. desember 2024.

Skipanin hevur verið galdandi síðani 2010, og sambært Taks eru tilsamans 132 milliónir krónur endurgoldnar hesi árini, ella 15 milliónir í meðal um árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012