Føroyskur talukennari á veg

Føroyskur talukennari á veg
Tøknin skal skilja føroyskt. Tað er ein av ætlanunum við verkætlanini Føroyski talukennarin, sum vil hava størri játtan næsta ár
Fartelefonin skal skilja teg, tá tú tosar við hana. Millum annað tað er ætlanin við nýggjari ætlan, sum hevur fingið játtað pening
 
11.12.2019 - 08:21

Talan er um ein sonevndan føroyskan talukennara, sum fólk kunnu nýta á netinum. Talukennarin skal millum annað gera talu til talgildan tekst og harvið hjálpa lesiveikum.

Ætlanin er eisini at menna føroyskan raddarkennara, sum ger talu til talgildan tekst: 

 - Vit vilja skapa eina føroyska “Siri”, stendur í frágreiðingini.

Verkætlanin hevur longu fingið játtað 700.000 krónur í ár, og Mentamálaráðið hevur játtað at hækka játtanina við 300.000 krónum næsta ár til eina millión.

Øll verkætlanin er mett at kosta seks milliónir krónur, stendur í verkætlanarlýsingini, sum er send til Fíggjarnevndina í Løgtinginum, at taka støðu til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860