Håkan Ericson nýggjur landsliðsvenjari

Håkan Ericson nýggjur landsliðsvenjari
59 ára gamli sviin, Håkan Ericson, er nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum. Tað kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya fyri løtu síðani.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
16.12.2019 - 12:44

Håkan Ericson er nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum. Tað boðaði Fótbóltssamband Føroya frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.

59 ára gamli sviin hevur arbeitt fyri svenska fótbóltssambandið síðan 2009, millum annað sum venjari hjá U21-landsliðnum, sum vann EM í Danmark í 2015. 

Nýggi landsliðsvenjarin skal ikku búgva í Føroyum, men kemur at ferðast aftur og fram.  

Håkan Ericson hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi í fýra ár.






 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444