Javnstøðan er í topp í flestu Norðurlondum

24.12.2019 - 11:04
AktueltSamfelag
Javnstøðan er í topp í flestu Norðurlondum
Tað gongur tó aftur á hond við javnstøðuni í Danmark samanborið við onnur lond
 

Sambært ársfrágreiðingini um javnstøðu frá World Economic Forum - WEF, fer Danmark av 13. plássi í fjør niður á 14. pláss í ár. Hini Norðurlondini, - Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland, liggja ávikavíst nummar eitt, tvey, trý og fýra. Nummar fimm er Nigaragua, síðani kemur New Zealand, Írland, Spania, Rwanda, og Týskland er á 10-unda plássi.

WEF, sum heldur til í Geneve í Sveis, ger hvørt ár yvirlit yvir javnstøðuna í 153 londum út frá menningini á fýra økjum - útbúgving, heilsu, búskapi og politikki, skrivar AFP-tíðindastovan.

Eisini í Bretlandi er javnstøðan í afturgongd. Bretland fer av 15.-plássi til 21.-pláss, skrivar The Guardian. 

Men samlagt fyri øll 153 lond, so er javnstøðan í framgongd, og við verðandi ferð fer tað at taka 99,5 ár, áðrenn allir menn og allar kvinnur hava javnstøðu. Og tað er framgongd, tí í fjør varð mett, at alheims javnstøða ikki fór at verða fyrr enn um 108 ár.

Framgongd er á nøkrum økjum, men ikki øllum. T.d. eru fleiri kvinnur nú við landins leiðslu í fleiri londum samanborið við í fjør, skrivar BBC.

Men øvut, so er búskaparligi ójavnin millum menn og kvinnur vaksin síðani í fjør, stendur í niðurstøðuni í ársfrágreiðingini. Orsøkin tiltað er, sambært WEF, at kvinnur eru undir-umboðaðar í so at siga øllum skjóttvaksandi ídnaðum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. apríl
Jambalaja 100421
122651
Leygardag 10. apríl
Morgunlesturin leygarmorgunin 10. apríl 2021
122311
Fríggjadag 9. apríl
Morgunlesturin fríggjamorgunin 9. apríl 2021
122310
Hósdag 8. apríl
RagnarRokk 8.apríl 2021
122286
Hósdag 8. apríl
RagnarRokk:Blaze Bayley um War Within Me
122285
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. apríl
í Luftini við KATA
122549
Mikudag 7. apríl
í Luftini við Son of Fortune
122548