Vil heldur vera heima hjá børnunum

Vil heldur vera heima hjá børnunum
Sonurin er hálvt annað ára gamal, og skjótt skal Victoria aftur í barnsburðarfarloyvi, men nú fær ongar barsilspengar
 
03.01.2020 - 14:59

Hjúnini Victoria og Karstin Neshamar í Klaksvík hava tikið eina avgerð, sum fleiri ungar barnafamiljur gera. 

Victoria verður heima hjá barninum tey fyrstu mongu árini, søgdu tey í samrøðu við Sosialin herfyri. 

Sonurin Trygvi er 18 mánaðir, og skjótt skal Victoria aftur í barnsburðarfarloyvi.

Men nú  fær hon ongar barsilspengar, tí nú hevur hon verið ov leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum. 

Í Degi og Viku í kvøld greiðir Victoria frá sínari støðutakan, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri hana og familjuna.

Hildur Patursson, serfrøðingur a dagstovnaøkinum, kemur í sjónvarpsstovuna, har hon  millum annað fer at greiða frá nýggjastu granskingini á økinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418