Trump: Nato skal eisini fevna um Miðeystur

Trump: Nato skal eisini fevna um Miðeystur
Amerikanski forsetin sigur, at USA hevur gjørt Evropa eina stóra tænastu, og tí eigur Nato at verða víðkað
 
10.01.2020 - 15:35

NATO eigur at verða víðkað og eisini at fevna um lond í Miðeystri.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Aðalskrivarin í verjusamgonguni, Jens Stoltenberg, sigur, at mett eigur at verða um tann møguleikan.

USA hevur havt ein stóran leiklut í stríðnum ímóti Islamskum Stati, segði amerikanski forsetin.

Gjørt Evropa tænastu

- Vit hava gjørt Evropa eina stóra tænastu, og tí haldi eg, at NATO eigur at vera víðkað, til eisini at fevna um lond í Miðeystri. Og samstundis átti NATO at broytt navn til NATOME, ella NATO-Middle East.

Mikudagin mælti amerikanski forsetin eisini til, at NATO eigur at víðka um sítt virksemi í Irak.

Tað segði forsetin, eftir at hann hevði tosað í telefon við NATO-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg.

Nato-hermenn til Miðeystur

Forsetin segði seg vilja hava, at NATO sendir fleiri hermenn til Miðeystur, tí tað sum hendir har, merkir allan heimin.

Jens Stoltenberg sigur, at tað, sum Trump sigur, ikki beinleiðis hevur við sær, at hermenn hjá NATO skulu í bardaga.

- Eg haldi ikki, at tað er best at senda nógvar hermenn frá NATO til ymisk lond at stríðast ímóti altjóða yvirgangi, sigur Jens Stoltenberg.

Hann vísti á, at NATO longu hevur sent 500 hermenn til Irak at venja trygdardeildirnar í landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012