Landsliðið skal spæla móti Danmark

Landsliðið skal spæla móti Danmark
Venjingardysturin í Herning 27. mars verður fyrsti landsdystur hjá nýggja venjaranum, Håkan Ericson
Nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sleppur nú at royna seg
 
15.01.2020 - 12:01

A-landsliðið í fótbólti skal spæla venjingardyst móti Danmark. Tað boðar FSF frá á heimasíðuni. 

Dysturin verður spældur 27. mars á MCH Arena í Herning, og er samstundis fyrsti landsdysturin hjá nýggja venjaranum, Håkan Ericson. 

Spælt tríggjar dystir

Føroyar hava áður spælt tríggjar almennar landsdystir móti Danmark. 

Føroyar og Danmark vóru í bólki saman í undakappingini til EM í 1990. Fyrra dystin í Parkini taptu Føroyar 1-4. Málið skeyt Allan Mørkøre, tá hann javnaði til 1-1. Seinna dystin í Landskrona taptu Føroyar 0-4. 

Triði dysturin var ein vinardystur á Tórsvølli, sum samstundis var fyrsti landsdysturin hjá Mortani Olsen sum danskur landsliðsvenjari. Tann dystin taptu Føroyar 0-2.

Føroyar skulu eisini spæla ein venjingardyst móti Andorra, og hann verður tríggjar dagar eftir dystin móti Danmark. 

Gleðir seg

Nýggi føroyski landsliðsvenjarin gleðir seg til dystirnar.  

Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum báðum dystunum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444