Høgni Hoydal klagaður til landsstýrismálanevndina

Høgni Hoydal klagaður til landsstýrismálanevndina
Óli Jacobsen og Sámal Eyðstein Debes siga, at fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur fyrisitið fiskirættindi uttan heimild
 
21.01.2020 - 08:54

Tveir nevndarlimir í Meginfelagi útróðrarmanna hava klagað Høgna Hoydal, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, til Landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum.

Óli Jacobsen og Sámal Eyðstein Debes hava klagað, tí teir siga, at Høgni Hoydal hevur fyrisitið fiskirættindi í fiskidagaskipanini uttan heimild.

Teir siga, at fiskidagar eru fluttir frá trolarum til trolbátar, sum hava fiskað á leiðum, har sum trolarar ikki hava loyvi til at fiska.

Frá trolarum til trolbátar

Sambært klaguni er fiskiorka flutt frá trolarum til trolbátar.

Óli Jacobsen og Sámal Eyðstein Debes siga eisini, at hvørki Fiskimálaráðið ella Vørn hava víst til ítøkiligar lógarásetingar ella til aðra heimild, har henda kollvelting í fyrisitingini er loyvd. 

Hetta er fyrsta málið hjá Landsstýrismálanevndini í hesi tingsetuni.

Landsstýrismálanevndin hevur fund fríggjadagin fyrrapartin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444