Interpol-ovasti dømdur fyri mutur

Interpol-ovasti dømdur fyri mutur
Meng Hongwei játtaði seg sekan longu á fyrsta rættarfundinum
 
21.01.2020 - 09:22

Fyrrverandi ovastin fyri Interpol, kinesarin Meng Hongwei, er dømdur 13,5 ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið ímóti umleið14 milliónum krónum í mutri.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Hongwei játtaði seg sekan at hava tikið ímóti mutrinum á fyrsta rættarfundinum, sum var í juni mánaði.

Hvarv í nakrar vikur

Hongwei var búsitandi i Fraklandi, tá hann hvarv í nakrar vikur í 2018, meðan hann var á ferð í Kina.

Seinni kunngjørdu kinesisku myndugleikarnir, at Hongwei var í varðhaldi hjá teimum, tí hann var undir illgruna fyri valdsmisnýtslu, misbrúk av almennum pengum, og fyri ikki at virða avgerðir hjá kommunistaflokkinum.

Sama dag, sum hetta varð kunngjørt, segði Interpol, at Hongwei hevði sagt seg úr starvi.

Áðrenn Hongwei var ovasti fyri Interpol, var hann hann vararáðharri í trygdarmálum í Kina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012