Sigurð í Jákupsstovu stjóri á Umhvørvisstovuni

Sigurð í Jákupsstovu stjóri á Umhvørvisstovuni
Nýggi stjórin er 57 ára gamal og hevur starvsroyndir bæði í Føroyum og uttanlands
Sigurð í Jákupsstovu tekur við sum stjóri á Umhvørvisstovuni 1. februar
 
22.01.2020 - 09:27

Sigurð í Jákupsstovu er nýggjur stjóri í Umhvørvisstovuni. 

Tað er Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, ið hevur sett nýggja stjóran.

Í sambandi við setanina sigur landsstýrismaðurin, at talan er um ein stjóra, ið hevur holla vitan um orkumál. Og tað er neyðugt, nú stórar avbjóðingar standa fyri framman í fleiri av teimum málsøkjunum, sum Umhvørvisstovan tekur sær av.

Skipsførari og sivilverkfrøðingur

Sigurð í Jákupsstovu er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari og sivilverkfrøðingur, og hevur eisini eina Ph.d. frá DTU.

Sigurð í Jákupsstovu hevur starvsroyndir bæði í Føroyum og uttanlands.

Hann  hevur eisini drúgvar leiðsluroyndir, m.a. sum stjóri á Jarðfeingi og sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Sigurð í Jákupsstovu byrjar í starvinum tann 1. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012