Ungdómsting 3. og 4. februar

Ungdómsting 3. og 4. februar
Hetta er sjeynda ferðin, at skipað verður fyri ungdómstingi, og næmingarnir seta sjálvir dagsskránna
Hetta er sjenynda ferðin, at skipað verður fyri ungdómstingi. Henda myndin er frá ungdómstinginum í 2014
 
26.01.2020 - 15:11

Ungdómsting verður í løgtinginum 3. og 4. februar.

Næmingar í 8.,9. og 10. flokkunum kring landið eru bodnir við, og hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í tinginum.

Endamálið við ungdómstinginum er m.a. at geva næmingum størri innlit í fólkaræðið, at lata teir vera ein virknari partur av fólkaræðinum, og at geva teimum innlit í, hvat leikluturin hjá løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um.

Sjeynda ferðin

Hetta er sjeyndu ferð, at skipað verður fyri ungdómstingi.

Seinast - tað var í 2016 - vóru seks skúlar við seks flokkum umboðaðir.

Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um m.a. skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu og rúsdrekka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444