Serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Flatnahaga

Serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Flatnahaga
Ætlanin er at seta seks vindmyllur upp á økinum, har fleiri vindmyllur eru frammanundan
Seks vindmyllur skulu setast upp í Flatnahaga
 
27.01.2020 - 15:32

Tórshavnar býráð fer hóskvøldið at viðgera eitt uppskot um serstaka byggisamtykt fyri vindmyllurnar, sum skulu Magn og Lív fara at seta upp í Flatnahaga.

Í mai í fjør samtykti býráðið at geva tilsøgn um, at vindmyllur kunnu setast upp í Flatnahaga.

Mett varð, at tað ber til at seta at seta fleiri vindmyllur á økið, tí har eru fleiri vindmyllur frammanundan.

Hagin er í fjórða grundumráði, sum m.a. skal nýtast til landbúnað og frílendi. 

Neyðugt við serstakari byggisamtykt

Tí skal øll bygging verða sambært serstakari byggisamtykt.

Haraftrat er teknisk útgerð hjá Arktisk Kommando á lendinum, og tryggjast má, at vindmyllurnar ikki órógva virksemið hjá Arktisk Kommando, sigur Tórshavnar kommuna.

Ætlanin er at seta seks vindmyllur av slagnum Enercon E82 upp í Flatnahaga. 

Myllurnar eru 76 metrar høgar,  og veingirnir eru 82 metrar breiðir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946