Biðja um tilboð at byggja autismuheim

Biðja um tilboð at byggja autismuheim
Freistin at bjóða er 6. februar, tá tilboðini eisini verða latin upp
Landsverk og Almannamálaráðið biðja um tilboð
 
28.01.2020 - 09:05

Almannamálaráðið og Landsverk biðja nú um tilboð uppá at byggja heim fyri børn og ung við autismu.

Byggjast skal í Kvíggjartúni á Argjum.

Bruttovíddin á bygninginum er 1.192 fermetrar, og grundøkið er 7.600 fermetrar.

Freistin at bjóða er til 6.februar, tá tilboðini verða latin upp.

Vinnarin verður kunngjørdur 16.mars.

Heimið er upprunaliga mett at kosta 29 mió. kr. 

Men í desember í fjør boðaði Almannamálaráðið Fíggjarnevndini frá, at kostnaðurin møguliga verður størri enn heimildin í lógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444