Apple bót fyri at seinka fartelefonir

Apple bót fyri at seinka fartelefonir
Telefon- og telduframleiðarin hevur fingið 185 milliónir krónur í bót fyri við vilja at gera eldri iPhone seinar
Apple fær bót fyri við vilja at gera eldri iPhone-telefonir seinar uttan at upplýsa brúkaran um tað
 
10.02.2020 - 08:40

Franska eftirlitið fyri kapping og svik, DGCCRD hevur, givið amerikanska tøknirisanum, Apple, 25 milliónir evrur í bót, skriva BBC og AFP.

Apple fær bótina fyri við vilja at gera eldri iPhone-telefonir seinar uttan at upplýsa brúkaran um tað. 

Nógvir iPhone-brúkarar hava í longri tíð havt illgruna um, at Apple ger eldri telefonir seinar fyri at fáa fólk at keypa nýggja iPhone. 

 >> SÍ EISINI Apple væntar minni umsetning

Í 2017 viðgekk Apple so, at telefonirnar verða gjørdar seinar, men sambært felagnum varð hetta gjørt fyri at telefonirnar skuldu halda longri. 

Franska ákæruvaldið stevndi Apple í januar í fjør.

– Tey, sum hava iPhone, fingu onga kunning um, at telefonin gjørdist seinari at fáast við um tey settu dagføringarnar 10.2.1 og 11.2 í telefonina, sigur fransk DGCCRF í fráboðan, sambært AFP.

Sleppa undan rættarmáli

Ákæran móti Apple kom eftir áheitan frá felagsskapinum "Steðgið ætlaðu avoldingini", sum stríðist júst ímóti framferðini, sum Apple hevur brúkt.

– Hetta er søguligur sigur móti hugburðinum at koyra lutir í ruskspannina - bæði fyri viðskiftafólk og umhvørvið, siga Laetitia Vasseur og Samuel Sauvage, sum hava stovnað felagsskapin.

Apple hevur góðtikið bótina frá DGCCRF.

– Endamálið hjá okkum hevur altið verið at skapa tryggar vørur, sum kundar okkara vilja hava. Týdningarmikli parturin av tí er at gera iPhones, sum halda longri, sigur Apple. 

Apple sleppur undan rættarmáli, nú felagið hevur góðtikið bótina. 25 milliónir evrur svara til góðar 185 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906