Nógv vilja flyta til Tvøroyrar

Nógv vilja flyta til Tvøroyrar
12 børn í barnagarðsaldri eru komin í kommununa síðani á nýggjárinum
 
14.02.2020 - 10:29

Nógv fólk vilja flyta til Tvøroyrar.

Síðani á nýggjárinum hevur Tvøroyrar kommunu fingið 39 fráboðanir um tilflyting.

Tað eru fleiri enn vanligt. Og vanliga plaga fólk ikki at flyta í kommununa fyrr enn um várið.

Í gjár búðu 1737 fólk í Tvøroyar kommunu. 13.februar í fjør var fólkatalið 1722.

Tvøroyrar kommuna sigur á heimasíðuni, at hon fegnast um, at millum tilflytararnar eru barnafamiljur.  

12 børn í barnagarðsaldri eru komin í kommununa síðani á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012