Hasfjord á veg til Føroya

Hasfjord á veg til Føroya
Farmaferjan varðveitir navnið, nú hon er vorðin føroysk
Hasfjord varðveitir navnið, nú hon er vorðin føroysk
 
18.02.2020 - 09:13

Hasfjord, sum Strandfaraskip landins hava keypt í Noregi, er nú á veg til Føroya. Sambært heimasíðuni vesselfinder.com verður Hasfjord í Havn hóskvøldið klokkan tíggju. 

Skipið siglir nú suður við norsku strondini.

Strandfaraskip landsins keyptu Hasfjord hálvan desember í fjør. Skipið er síðani umvælt á Slipen verksted í Sandnessjøen.

Hasfjord skal sigla við tungum akførum og farmi í Skopunarfirði.

Bygt í 1975

Skipið tekur eisini 12 ferðafólk. Tað er bygt í Noregi í 1975.

Løgtingið hevur játtað 10 mió. kr. til at keypa Hasfjord fyri.

Skipið er 40,7 metrar langt. Til samanberingar kann nevnast, at Teistin er 40 metrar langur, og Ternan er næstan 41 metrar long.

Hasfjord varðveitir navnið, nú skipið er vorðið føroyskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444