Trý starvsfólk afturat smittað

bannari
Trý starvsfólk afturat smittað
Trý starvsfólk á Landssjúkrahúsinum afturat eru smittað við coronavirus, váttar Landssjúkrahúsið fyri Kringvarpinum
Í øllum førum trý starvsfólk afturat á Landssjúkrahúsinum er smittað við coronavirus, váttar sjúkrahúsið fyri Kringvarpinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2020 - 11:05

Fríggjadagin varð kunngjørt, at eitt starvsfólk á Føðideildini var smittað við coronavirus, og nú eru í øllum førum trý starvsfólk á Landssjúkrahúsinum afturat smittað.

Sostatt er greitt, at í minsta lagi fýra starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru smittað við coronavirus, sum fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum 4. mars.

 Tað tykist ikki, at tey smittaðu eru smittað inni á Landssjúkrahúsinum, segði Tummas í Garði, læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, við útvarpið á døgurða.

Nógv starvsfólk eru longu kannað

Hóast tilsamans fýra starvsfólk á Landssjúkrahúsinum nú hava fingið staðfest COVID-19, ber ikki til at kanna øll starvsfólkini á sjúkrahúsinum fyri virusið, fyri at binda um heilan fingur.

– Øgiliga nógv starvsfólk eru longu kannað, og tey starvsfólkini, sum ikki hava nøkur sjúkutekin, kunnu vit ikki kanna, segði Tummas í Garði, við útvarpið.

Tey fólkini, ið smittaðu starvsfólkini hava verið í samband við, eru fyribils send til hús. Í løtuni verður kannað, í hvønn mun starvsfólkini hava verið í samband við tey smittaðu, fyri at vita, hvussu nógv skulu í sóttarhald.

Greinin er dagførd 12:34: Í greinini stóð upprunaliga, at eitt starvsfólk afturat var smittað, men Landssjúkrahúsið váttar nú, at talið er trý og ikki eitt afturat.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846