Korona: Danska stjórnin ætlar at herða tiltøkini

Korona: Danska stjórnin ætlar at herða tiltøkini
Nú skulu ikki fleiri enn tvey fólk savnast í senn
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, ætlar nú at herða koronatiltøkini munandi
 
26.03.2020 - 09:11

Danska stjórnin hevur gjørt eitt uppskot um at tillaga ásetingina um, hvussu nógv fólk kunnu savnast í hesum korona-tíðum.

Í løtuni kunnu í mesta lagi 10 persónar savnast, men nú vil danska stjórnin hava møguleika at kunna lækka hetta talið eftir tørvi, vísir eitt bræv frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til formannin í fólkatinginum.

Sambært upplýsingum, sum danska TV2 hevur fingið, ætlar stjórnin at banna fleiri enn tveimum fólkum at savnast.

Fyribyrgjandi lóg

Talan er um fyribyrgjandi lóg, sum skal tryggja løgregluni røttu amboðini, nú páskafrítíðin stendur fyri durum, fólkatingið fer í páskafrí og tí ikki kann samtykkja nýggja lóggávu.

Lógin skal eisini geva heimild til at banna atgongd til ávís øki, har nógv fólk kunnu savnast, t.d. spælipláss og ítróttarvøllir.

Sum er, hevur løgreglan ikki heimild at leggja uppí, fyrr enn fleri enn 10 fólk eru savnað saman. 

Lógarbroytingin verður løgd fyri fólkatingið í dag, og fær  helst 2. og 3.viðgerð týsdagin. Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 4.apríl.

Hækka bøtur

Í uppskotinum verður eisini mælt til at hækka bøturnar fyri brot á reglur, í sambandi við koronafarsóttina.

Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, segði á tíðindafundi í gjár, at myndugleikarnir fara at revsa tey harðari, sum fremja brotsverk í sambandi við koronafarsóttina, t.d. at stjala verndarútgerð, og stuldur og svik á internetinum. 

Eisini verður revsingin fyri at svikavið hjálparpakkanum til vinnulívið herd upp í fýra ferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860