Olympisku leikirnir verða somu tíð næsta ár

bannari
Olympisku leikirnir verða somu tíð næsta ár
Leikirnir verða frá 24. juli til 9. august
 
30.03.2020 - 14:57

Nú er greitt, at olympisku leikirnir í Tokyo í Japan verða frá 24. juli til 9. august í næsta ár.

Tað kunngjørdi olympiska nevndin fyri løtu síðani, sambært tíðindastovuni, Associated Press.

Upprunaliga ætlanin var, at olympisku leikirnir skuldu verða somu dagar  - frá 24. juli til 9. august - í summar.

Korona flutti leikirnar eitt ár

Tað var í seinastu viku, at myndugleikarnir í Japan og olympiska nevndin boðaðu frá, at leikirnir í summar vórðu avlýstir, orsakað av COVID-19.

Leikirnir í summar vórðu avlýstir, eftir at trýstið um at útseta leikirnar vaks, og fleiri íðkarar og ítróttasambond boðaðu frá, at tey vildu hava leikirnar útsettar.

Tøl frá John Hopkins universitetinum, sum javnan dagførir tølini, vísa, at 1.866 smittutilburðir eru í Japan í løtuni. 54 fólk eru deyð av COVID-19, og 424 fólk eru skrásett at vera frísk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537