Danmark: Fleiri skulu kannast

bannari
Danmark: Fleiri skulu kannast
Heilsumyndugleikarnir í Danmark ætla at kanna 15.000 fólk um dagin fyri COVID-19 eftir páskir
 
02.04.2020 - 10:59

Danskir myndugleikar fara skjótt at kanna fleiri fólk fyri korona, skrivar Danmark Radio. Tað hendir aftaná, at danska heilsustýrið hevur broytt leiðreglurnar fyri, hvør kann kannast. 

Í gjár blivu 2.324 danir kannaðir fyri korona, men við nýggju leiðreglunum vóna myndugleikarnir, at fleiri enn 15.000 verða kannað um dagin eftir páskir. 

Eg vænti, at vit longu hesa vikuna kunnu kanna fleiri enn 5.000, meðan vit í næstu viku kunnu kanna 10.000, áðrenn tað verður 15.000 aftaná páskir, sigur Helene Probst, deildarleiðari fyri ráðlegging í Heilsustýrinum við DR.

Nýggju leiðreglurnar gera tað møguligt hjá kommunulæknum at senda fólk, ið hava veik sjúkueyðkenni, til kanningar. Tilsamans eru 27.109 fólk kannað fyri korona í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012