Boris Johnson innlagdur á intensiva deild

bannari
Boris Johnson innlagdur á intensiva deild
Bretski forsætisráðharrin varð í gjárkvøldið lagdur inn á intensiva deild á einum sjúkrahúsi í London
Boris Johnson, sum fekk koronavirus 27. mars, er nú innlagdur á intensiva deild
 
07.04.2020 - 07:42

Boris Johnson varð smittaður við koronavirus 27. mars, men hann versnaði sunnukvøldið, og í gjár gjørdist støðan uppaftur verri, og tí varð neyðugt at flyta hann á intesiva deild, sambært DR.

Higartil hevur Boris Johnson røkt starvið sum forsætisráðharri, hóast hann hevur verið sjúkur, men í gjárkvøldið tók uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, fyribils við sum forsætisráðharri í Bretlandi.

Bretska stjórnin fyri nógvum atfinningum

Dominic Raab sigur við BBC, at Boris Johnson fær viðgerð, og at hann skal syrgja fyri, at tað, sum stjórnin hevur sett út í kortið um koronasmittuna, verður framt í verki.

Tað eru nógvar atfinningar ímóti bretski stjórnini, og háttinum sum hevur verið nýttur at basa koronasmittuni. Ført verður fram, at stjórnin bíðaði alt ov leingi við at seta neyðug tiltøk í verk.

5.373 fólk í Bretlandi eru deyð av COVID-19 virusinum. Tilsamans 208.837 eru kannað, og 51.608 hava fingið staðfest koronavirus, sambært bretsku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860