Dátutrygd: Hesar tíggju appirnar verða kannaðar

Dátutrygd: Hesar tíggju appirnar verða kannaðar
GrindR og Tinder eru millum appirnar, sum lata persónsupplýsingar víðari - uttan at brúkarin hevur givið neyðuga samtykkið.
 
15.05.2020 - 10:04

Ímynda tær, at tín aldur, tín politiska áskoðan, enntá tín kynsliga orientering liggur til sølu onkrastaðni á netinum.

Tankin er ræðandi; men hann kann vera veruleiki; serliga um tú gongur við einari dating-appu í fartelefonini í lummanum.

Norska brúkararáðið hevur latið gjørt eina frágreiðing, sum kannar, hvussu hvat 10 væl umtóktar appur brúka persónsupplýsingarnar hjá sinum brúkarum til:

Frágreiðingin OUT OF CONTROL

Appirnar, sum verða nýttar, er millum annað dating-appirnar Tinder og GrindR. Og serliga hendan síðstnevnda fer lættliga við persónsupplýsingunum.

Tað, sum verri er, er at GrindR ikki upplýsir í treytunum, at hon letur serliga eymar upplýsingar víðari til ein triðja part, sum kann brúka tað í síni marknaðarførslu.

Tinder letur eisini víðari - men ikki í sama mun - og ikki eins eymar upplýsingar.

Her er yvirlit yvir tær 10 appirnar:

Eitt samtykki skal lúka fimm treytir

Unn Augustudóttir Krákustein er løgfrøðingur og fulltrúi í Dátueftirlitinum, sum heldur eftirlit við, at okkara persónsupplýsingar verða viðgjørd í tráð við lógina.

Hon er ikki í íva um, at fleiri av appunumu í kanningini bróta lógina, sjálvt um brúkarin hevur givið sítt samtykki. Tí eitt samtykki er ikki bara eitt samtykki. Eitt samtykki skal lúka fimm treytir fyri at verða gyldugt.

1371700

Í síðstu bar norska kringvarpið, NRK, tey tíðindi, at persónupplýsingar hjá túsundtals norðmonnum eru bíliga til sølu. NRK keypti upplýsingarnar og kundi lættliga finna útav, hvar einstakir borgarar hava ferðast seinasta árið. Einki er til hindur fyri, at slíkt eisini kann henda í Føroyum, segði Torben Nielsen, kt-frøðingur við GMF fyrr í vikuni:

Mobil-upplýsingar til sølu: Kann henda í Føroyum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902