Eik í Danmark: Hægstirættur dømir um ein mánað

Eik í Danmark: Hægstirættur dømir um ein mánað
Í landsrættinum tódnaði endurgjaldskravið niður í 28,6 mió. kr., men Fíggjarligt støðufesti krevur framvegis 250 mió. kr. í endurgjaldi
Málið um Eik í Danmark endaði í Hægstarætti, sum fellur dóm um ein mánað
 
22.05.2020 - 11:30

Málið um Eik Bank Danmark, dótturfelagið hjá Eik Banka í Føroyum, hevur seinastu tvær vikurnar verið í Hægstarætti.

Seinasti rættarfundurin var týsdagin 19. mai, og nú verður bíðað eftir dómi.

Fíggjarligt støðufesti stevndi teimum seks oddamonnunum í Eik-leiðsluni eftir endurgjaldi.

Kravdu 250 mió. kr.

Upprunaliga kravið frá Fíggjarligum støðufesti var, at staturin skuldi fáa 250 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tap, tí bankin sum heild varð rikin á skilaleysan hátt, og at leiðslan sjálv hevði ikki hildið sínar skyldur í seks stórum fíggingarmálum.

Endurgjaldið tódnaði tó niður í 28,6 milliónir krónur, tá Eystari landsrættur feldi dóm í oktober 2018, umframt at tveir av teimum stevndu vórðu fríkendir. 

Eystari landsrættur tók ikki undir við kravinum um “generelt óforsvarlig viðurskifti”, og fríkendi leiðsluna fyri tað.

Landsrætturin fríkendi eisini nevndina í fimm av teimum seks kundaviðskiftunum, meðan nevnd og stjórn vórðu dømd at gjalda 28,6 mió. kr. í endurgjaldi. 

Harumframt helt rætturin, at stjórnin kundi verið ábyrgdað fyri part av tí eina málinum, men at málið var fyrnað. 

Í Hægstarætt

Teir fýra, sum vórðu dømdir í Eystari landsrætti, skutu dómin inn fyri Hægstarætt 7. november 2018, og teir kravdu frídøming.

Fíggjarligt støðufesti kærdi seinni eisini dómin til Hægstarætt við teimum seks Eikmonnunum - eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti. Sakarkravið er framvegis 250 mió. kr.

Málið hevur nú verið viðgjørt í Hægstarætti í tvær vikur, og dómur fellur í málinum um ein mánað, 22. juni kl.11, føroyska tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902