SAS tvífaldar fráferðir í juni

SAS tvífaldar fráferðir í juni
Í løtuni brúkar skandinaviska flogfelagið 15 flogfør, men í næsta mánaði fara 30 flogfør at flúgva
 
27.05.2020 - 14:18

Skandinaviska flogfelagið, SAS, tvífaldar talið á fráferðum í juni mánaði. Talan er um flogferðir til støð í bæði Evropa og USA, skrivar DR á heimasíðuni. 

Nú koronutiltøkini linka kring heimin, setur SAS ferðina nakað uppaftur. 

Fyrst og fremst verður rutuflúgving millum londini í Skandinavia, men ferðafólk kunnu eisini gleða seg til at sleppa á ferð úr Keypmannahavn til býir sum Amsterdam, Chicago og New York, boðar flogfelagið frá, sambært danska kringvarpinum

Í juni fer flogfelagið at brúka 30 flogfør, sum er tvífalt so nógv sum nú. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537