Ferðslan tann sama sum undan koronu

bannari
Ferðslan tann sama sum undan koronu
Landsverk hevur gjørt ferðsluteljingar
Tá koronutiltøkini vóru sett í verk, minkaði bilferðslan niður í helvt, men nú er hon vaksin aftur. Hetta er savnsmynd úr Runavík
 
29.05.2020 - 14:59

Seinasta mánaðin er ferðslan spakuliga vaksin aftur kring landið, og nú er hon á leið tann sama, sum hon var, áðrenn løgmaður gjørdi av at seta ferðina í samfelagnum niður, av koronakreppuni.

Tað vísa seinastu ferðslukanningarnar hjá Landsverki.

Tá boðini komu frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, í mars, minkaði ferðslan niður í eina helvt av tí, sum hon var.

Tað er serliga persónbilaferðslan á høvuðsfarleiðum, sum t.d. fram við Sundi og við Áir, ið nú er um at verða tann sama aftur. 

Minni ferðsla í Vágum 

Ferðsluteljingarnar fyri Leitisrætt í Vágum, sum er ferðslan til og av flogvøllinum, vísa hinvegin, at ferðslan har ikki er komin up aftur á sama stig enn. Flogferðslan til og úr Føroyum er framvegis avmarkað, og hetta sæst týðiliga aftur í ferðsluni til og av fløgvøllinum.

Samanborið við persónbilaferðsluna hevur lastbilaferðslan ikki verið so nógv merkt av koronutiltøkunum.

Talið av lastbilum fram við Sundi var nærum óbroytt alt tíðarskeiðið, og tað má sigast at vera eitt gott tekin um, at hóast nógv fólk vóru heima, hevur kortini verið gongd í nógvum virksemi hesa tíðina, skrivar Landsverk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949