Sjúkrahúsini: Meira enn 170 uppskot komin

Sjúkrahúsini: Meira enn 170 uppskot komin
Navnakappingin hevur elvt til mótstøðu, serliga í Klaksvík og Suðuroynni, har fólk vilja varðveita verandi nøvn
Ein navnanevnd fer nú at viðgera uppskotini um, hvussu sjúkrahúsini skulu eita
 
12.06.2020 - 13:03

Á middegi var evstamark fyri at lata inn uppskot um, hvussu sjúkrahúsini skulu eita.

Aleksandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur,  at umleið 170 uppskot eru komin inn við telduposti. Harumframt eru uppskot komin við vanligum posti, og har fólk sjálv hava borið teimum trimum sjúkrahúsunum skrivlig boð.

Samlaða talið av uppskotum er tí enn ógreitt.

Men aftrat navnauppskotunum eru eisini komin mótmæli, sigur Aleksandra á Dul.

Kappingin hevur elvt til nakað av mótstøðu, serliga í Klaksvík og í Suðuroynni, har fólk vilja varðveita verandi nøvn.

Navnanevnd viðgera uppskotini

Aleksandra á Dul sigur, at nú fer ein navnanevnd at viðgera innkomnu uppskotini. Síðani ger navnanevndin eitt tilmæli til landstýrismannin í heilsumálum sum tekur avgerðina.

Aleksandra á Dul væntar, hetta verður gjørt í endanum av juli mánaði.

Virðislønin fyri bestu nøvnini til sjúkrahúsini er 10.000 krónur. 

Í treytunum fyri kappingini stóð, at tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418