Skylda milliardir fyri avlýstar ferðir

bannari
Skylda milliardir fyri avlýstar ferðir
Flogfeløgini SAS og Norwegian skylda kundunum útivið sjey milliardir fyri ferðir, ið eru avlýstar orsakað av COVID-19
SAS-flogfør á rað í Oslo Gerdermoen. Nú fáa kundar hjá SAS og Norwegian endurgoldið ferðir, ið vórðu avlýstar orsakað av COVID-19
 
12.06.2020 - 07:08

Tey bæði flogfeløgini, SAS og Norwegian, skylda kundum sínum næstan sjey milliardir krónur fyri flogferðir, ið vórðu avlýstar í mars, apríl og mai, skrivar tíðindastovan, NTB.

Avlýstar ferðir í mars verða endurgoldnar í juni, meðan ætlaðar ferðir í apríl og mai verða endurgoldnar einaferð í heyst, skrivar norska Bergens Tidende, sambært Ritzau.

SAS hevur í mars, apríl og mai selt ferðir kring allan knøttin fyri umleið 4,6 milliardir krónur, sum vórðu av ongum, og hjá Norwegian verður mett, at hetta talið er 1,5 - 2,5 milliardir krónur.

Tvær milliardir frá tí almenna

Allir kundarnir hjá SAS fáa endurgoldið ferðirnar, hóast flogfelagið skyldar kundunum meira, enn flogfelagið eigur á bók, sigur kunningarleiðarin, John Eckhoff, við NTB.

Hann vísir á, at SAS í Svøríki og Danmark hevur fingið meira enn tvær milliardir krónur frá tí almenna, og at arbeitt verður við at útvega meira pening til raksturin.

 >> SÍ EISINI SAS sendir 10.000 fólk til hús

Kunningarleiðarin hjá Norwegian, Andreas Hjørnholm, sigur við Bergens Tidende, at flogfelagið ikki vil upplýsa neyvt, hvussu nógv felagið skyldar kundum sínum.

SAS og Norwegian skylda kundum í Noregi 2,1 milliard krónur fyri avlýstar ferðir, sambært greinini. Einki verður sagt um, hvussu nógv flogfeløgini skylda donskum kundum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666