Sviar kunnu ferðast uttanlands aftur

Sviar kunnu ferðast uttanlands aftur
Um tvær vikur kunnu sviar ferðast til Italia, Spania og Grikkaland, men ikki til Noreg og Danmark
 
18.06.2020 - 07:26

Svenska uttanríkisráðið strikar 30. juni ferðatilmælini fyri 10 lond í Evropa, sum vórðu sett í gildi í sambandi við koronufarsóttina.

Sostatt kunnu sviar nú ferðast til Grikkaland, Kroatia, Spania, Italia, Portugal, Frakland, Ísland, Belgia, Sveis og Luksembourg, upplýsir svenski uttanríkisráðharrin, Ann Linde, á tíðindafundi.

Spurd, hví Svøríki framvegis mælir svium frá at ferðast til Noreg og Danmark, vísur hon á reglur í grannalondunum.

- Tað er grundað á, at møguleiki er fyri at enda í sóttarhaldi ella at einki flogfar, tok ella bátur er, sum kann før teg heimaftur. Fólkaheilsumyndugleikin kann mæla fólki frá at ferðast til ávís øki, men soleiðis er ikki í hesum føri, sigur Linde.

Linde hevur fyrr ávarað um, at norðurlendska samstarvið kann skalast av, at hini norðurlondini lata upp markið sínámillum, men halda Svøríki uttanfyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012