Ferðslutrygd vil hava eina skaðakanningarnevnd

Ferðslutrygd vil hava eina skaðakanningarnevnd
Ofta eru tað smálutir sum gera av, um ein vanlukka viðførir deyða ella varandi mein. Tí vil Ferðslutrygd hava eina skaðakanningarnevnd setta í verk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.07.2020 - 10:34

Ráðið Fyri Ferðslutrygd mælir til at seta eina skaðakanningarnevnd í verk fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur.

Ráðið vísir á, at viðhvørt eru tað smálutir og tilvild, sum gera av, um vanlukka viðførir deyða ella álvarslig varandi mein. Tískil meta tey, at tað er umráðandi at farið verður undir nærri skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum. 

Seinni árini hevur verið langt millum álvarsligu ferðsluóhappini, og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni er minkað. Tó er talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða vaksið.

Í 2019 vóru 35 ferðsluóhapp við fólkaskaða skrásett, meðan talið í 2018 var 30. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066