Álvarsliga átalu: Trý ár um at svara

Álvarsliga átalu: Trý ár um at svara
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu álvarsliga átalu fyri handfaringina av einum byggimáli
 
13.07.2020 - 16:43

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu um vantandi svar og ónøktandi byggimálsviðgerð hjá Tórshavnar kommunu. 

Umboðsmaðurin heldur tað als ikki vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna hvørki svaraði einari klagu um eitt byggimál ella áminningarskrivum um tað sama. 

Ikki fyrr enn klagarin boðaði Tórshavnar kommunu frá, at hann ætlaði at klaga til Løgtingsins umboðsmann fekk hann svar. Tá hevði klagarin bíðað eftir svari frá Tórshavnar kommunu í yvir trý ár.

Talan er um álvarslig mistøk

Umboðsmaðurin helt tað eisini vera sera átaluvert, at Tórshavnar kommuna sum eftirlitsmyndugleiki í kommunalum byggimálum, ikki fór undir veruliga viðgerð av klagumálinum fyrr enn yvir tvey ár aftaná ,at kommunan á fyrsta sinni hevði skoðað umrødda byggimál.  

At Tórshavnar Kommuna ikki hevur eitt greitt boð um orsøkina til tess, kann vera tekin um, at kommunan ikki hevur nóg væl skipaða skráseting av innkomnum skjølum og teldupostum, skrivar Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni.

Av tí at talan er um álvarslig mistøk, kunnar Løgtingsins umboðsmaður eisini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum um hetta málið, skrivar Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846