193 hvalir løgdu beinini á Sandi

193 hvalir løgdu beinini á Sandi
Grindin er býtt í gestapartar, heimapartar og bátspartar
Seinast, grind var á Sandi, var í 2014
 
31.07.2020 - 09:15

Seðlarnir í grindini, sum doyði á Sandi í gjár, komu út klokkan sjey í morgun.

Grindin er býtt í gestapartar, teir eru 184, heimapartar og bátspartar. Parturin er 0,9 skinn.

Í Sandoyar sýslu eru eisini Skúgvoy og Stóra Dímun, og fólk har fáa eisini part.

1743 skinn

Grindin er stór, 193 hval, og tað geva 1743 skinn, sigur sýslumaðurin, Finnbogi Midjord.

Hvalirnir eru stórir, miðalskinnið er 9,2. Vanliga plagar tað talið at vera sjey.

Grindin varð funnin seinnapartin í gjár á Sandsvág, út fyri bygdina. Fólk umborð á Sildberanum sóu hana. 

Seinast, grind var á Sandi, var í 2014.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012