Talið hækkað: 11 nýggir tilburðir fríggjadagin

bannari
Talið hækkað: 11 nýggir tilburðir fríggjadagin
Tríggir nýggir tilburðir eru lagstir aftur at tølunum, nú allar kanningarnar frá fríggjadegnum eru greinaðar
 
10.08.2020 - 09:36

11 tilburður av koronu vórðu staðfestir fríggjadagin 7. august. Tað er greitt, nú seinastu kanningarnar eru greinaðar.

Heilsumyndugleikarnir hava áður upplýst, at átta tilburðir vóru fríggjadagin, men tá manglaðu myndugleikarnir at greina 612 kanningar. 

Úrslitini byggja á tilsamans 5.153 royndir, ið blivu gjørdar fríggjadagin. Við teimum nýggju tilburðunum er samlaða talið av smittaðum í løtuni 91.

Tilsamans hava 306 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni við at greina kanningarnar frá vikuskiftinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444