Skeinkistøð fáa pengar úr landskassanum

Skeinkistøð fáa pengar úr landskassanum
Uppskot er gjørt og sent til hoyringar um, hvussu hjálparpakki trý skal umsitast
Skeinkistøðini eru nú við í hjálparpakka trý
 
11.08.2020 - 15:20

Skeinkistøðini, sum nú noyðast at lata aftur kl. 23.00 eftir boðum frá landsstýrinum, fáa pengar úr landskassanum. 

Uppskot er nú gjørt og sent til hoyringar um, hvussu hjálparpakki trý skal umsitast.

Og har eru skeinkistøðini við. 

Hjálparpakki trý, sum løgtingið samtykti í juni, er í høvuðsheitum um at hjálpa ferðavinnuni. Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur. 

Tær fyritøkur, sum hava mist millum 40 og 60 prosent av umsetninginum, kunnu fáa 50 prosent endurgoldið.

Hava tær mist millum 60 og 100 prosent, kunnu tær fáa 75 prosent endurgoldið.

Tíggju milliónir

Stuðulin verður í mesta lagi tíggju milliónir krónur fyri hvørja fyritøku, Tað er galdandi fyri tíðarskeiðið 12. mars til 31. august í ár.

Og Framtaksgrunnurin hevur bundið seg til at hava 30 milliónir krónur í ár og næsta ár til váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur. 

Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, tilskilar, hvørjar fyritøkur eru ferðavinnufyritøkur. Uppskotið sigur eisini, hvørjar útreiðslur geva stuðul.

Til dømis sigur uppskotið, at hvør fyritøka kann fáa stuðul til í mesta lagi lønina hjá tíggju starvsfólkum, í mesta lagi 27.000 kr. um mánaðin til hvørt fólkið.

Hoyringarfreistin er 16. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012