Nú eru 137 tilburðir staðfestir

bannari
Nú eru 137 tilburðir staðfestir
Hóast øll kanningarúrslit frá týsdegnum og í gjár ikki eru tøk enn, sæst, at talið av staðfestum tilburðum veksur
Nú eru umleið 66.000 kanningar gjørdar fyri koronu
 
13.08.2020 - 14:39

Í løtuni eru 137 fólk smittað av koronu.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum. 

Hóast øll kanningarúrslitini fyri týsdagin og í gjár ikki eru tøk enn, sæst longu, at talið av staðfestum tilburðum veksur.

Týsdagin vórðu 2444 kanningar gjørdar. 14 tilburðir vórðu staðfestir, men 156 kanningar frá týsdegnum eru eftir at greina.

Umleið 66.000 kanningar

Í gjár vórðu 2099 kanningar gjørdar, og longu nú eru 12 tilburðir staðfestir. Endaliga kanningarúrslitið fyri í gjár er ikki tøkt, tí 701 kanning er eftir at greina.

Síðani koronusmittan fór at ganga í Føroyum, eru tilsamans 362 tilburðir staðfestir, 225 fólk eru vorðin frísk aftur, og løtuni eru 137 tilburðir.

Tilsamans eru 65.948 kanningar gjørdar.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012