Stríð um tilnevning av hægstarættardómara í USA

Stríð um tilnevning av hægstarættardómara í USA
Hægstirættardómarin Ruth Bader Ginsberg doyði í gjár 87 ára gomul, og nú hevur eitt stríð tikið seg upp um, hvør skal tilnevna ein nýggjan dómara
 
19.09.2020 - 14:13

Hægstirættardómarin Ruth Bader Ginsberg doyði í gjár, 87 ára gomul. Í kjalavørrinum av tí byrjar eitt stríð um, hvør skal tilnevna ein dómara í hennara stað. Í USA tilnevnir sitandi forsetin hægstarættardómarar - tey vera síðani sett av senatinum og vera sett fyri lívið. 

Amerikanska forsetavalið verður í november, og mótstøðumaðurin hjá Trump, demokraturin Joe Biden, hevur longu boðað frá á Twitter, at hann heldur, at hægstirættardómari skal veljast eftir valið.

Tá valskeiðið hjá fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, lakkaði ímóti endanum, doyði hægstirættardómarin, Antonin Scalia. Senatið, sum eisini tá hevði republikanskan meiriluta noktaði at taka tilnevningina hjá Barack Obama av Merrick Garland upp fyri valið. Sostatt var tað Donald Trump, sum slapp at tilnevna eftirkomaran hjá Antonin Scalia. Og nú er líkt til, at hann fer at tilnevna tann triðja hægstarættardómaran, tí senatið hevur longu boðað frá, at tann, sum Trump tilnevnir, verður settur. Tískil verður hetta triði hægstirættardómari, sum Trump tilnevnir

87 ára gamla Ruth Bader Ginsberg var kend fyri sínar áskoðanir á millum annað javnrættindi, og hon hevur verið hægstirættardómari síðani 1993, tilnevnd av táverandi forsetanum, Bill Clinton.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949