Avmarkaður skaði

Avmarkaður skaði
Sløkkiliðið var so skjótt á staðnum, at eldurin festi seg ikki í sjálvan dagstovnin
Tað var í gjárkvøldið, at onkur royndi at seta eld á Lítlaskóg
 
20.09.2020 - 10:54

Fyri aðru ferð í tveir mánaðir varð boðað frá eldi í dagstovninum Lítlaskógi í eysturbýnum í Havn. 

Báðar ferðirnar hevur tað kortini eydnast at avmarka eldin so mikið, at hann ikki festi í sjálvan bygningin. 

Tá sløkkiliðið í gjárkvøldið kom á staðið, eftir at løgreglan hevði sent boð eftir teimum, varð staðfest, at eldur var í einum ílati við pappírsrullum inni á einum av stovunum. 

Sambært Jón Herluf Persson, innsatsleiðara hjá Tórshavnar Sløkkiliði, eydnaðist tað at taka ílatið út í tún, har eldurin bleiv sløktur.

Sostatt eydnaðist tað at forða eldinum at breiða seg inni á stovninum. 

Ruskílat
Eldásetingin í gjár minnir um tilburðin í summar, tá onkur setti eld í sama dagstovn náttina til 30. juli. 

Tá hevði viðkomandi sett eld á millum annað eitt ruskílat á stovninum. 

Men eisini tá eydnaðist tað sløkkiliðnum at sløkkja eldin, áðrenn hann fekk stundir at breiða seg. 

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini minna hesa støðirnar um hvørja aðra. 

Serfrøðingar fara í dag á staðið at gera gjøllari kanningar av tilburðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860