- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læra at tosa, lesa og skriva føroyskt
14.10.2020 - 09:07
Aktuelt›Samfelag
Læra at tosa, lesa og skriva føroyskt
Kunngerðin er eisini fyri børn og ung, sum hava føroysk foreldur, men hava búð uttanlands

Mentamálaráðið hevur gjørt kunngerð fyri næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál
Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur nú gjørt eina kunngerð, hvussu næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu læra at tosa, lesa og skriva føroyskt.
Tey skulu eisini læra um mentan og samfelagsviðurskifti í Føroyum.
Kunngerðin er eisini fyri børn og ung, sum hava føroysk foreldur, men hava búð uttanlands.
Næmingar, sum eru tilflytarar, kunnu harumframt fáa tilboð um undirvísing í sínum egna móðurmáli.
Kunngerðin sigur neyvt, hvussu undirvísingin skal skipast.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV