Macron: Eitt islamistiskt yvirgangsálop

Macron: Eitt islamistiskt yvirgangsálop
Drápsmaðurin bleiv dripin av løgregluni
Franski forsetin, Emmanuel Macron, kallar álopið fyri eitt islamistiskt yvirgangsálop
 
17.10.2020 - 10:23

Ein franskur lærari varð í gjár dripin í álopi, sum franski forsetin Emmanuel Macron kallar fyri eitt islamistiskt yvirgangsálop.

Lærarin, sum undirvísti í søgu og landalæru, hevði undirvíst í talufrælsi í samband við Muhammed tekningarnar, sum franska blaðið Charlie Hebdo prentaði í 2015. Starvsfólk á Charlie Hebdo blivu sum kunnugt eisini álopin og dripin í tí sambandi.

Lærarin varð álopin av einum manni í býnum Conflans-Sainte-Honorine í norður Fraklandi. Hann var skorin á háls.

Lærarin brúkti Muhammed-tekningar

Drápsmaðurin rann avstað, men varð seinni funnin av løgregluni, sum skeyt mannin til deyðis, tá hann hótti løgregluna.

Orsøkin til álopið verður sagt at vera, at lærarin hevði víst tekningar av profetinum Muhammed í síni undirvísing um talufrælsi. Tað verður av muslimum mett at vera halgibrot.

Lærarin varð kærdur til skúlaleiðsluna fyri einum mánaði síðan fyri at hava víst tekningarnar, siga franskir miðlar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537