Vilja ikki gjalda fyri fleiri sjúkradagar

Vilja ikki gjalda fyri fleiri sjúkradagar
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at lógarbroytingin kostar arbeiðsgevarum eitt fjórðings prosent av lønarútreiðslunum
Arbeiðsgevarafelagið mótmælir, at arbeiðsgevarar nú eisini skulu gjalda fyri triðja og fjórða sjúkradag
 
22.10.2020 - 10:21

Arbeiðsgevarar eru ikki blíðir, nú landsstýrið ætlar, at teir skulu gjalda dagpening fyri triðja og fjórða dag eisini.

Landsstýrið ætlar at broyta lógina um dagpengar vegna sjúku, so arbeiðsgevarar skulu gjalda fyri fýra dagar í staðin fyri tveir dagar sum nú.

Við hesum ætlar landsstýrið at spara fimm millíónir krónur næsta ár.­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Eingin hoyring

Føroya arbeiðsgevarafelag átalar eisini staðiliga, at lógarbroytingar verða lagdar fyri løgtingið uttan at hava verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum.

Broytingin í dagpeningaskipanini er at flyta útreiðslur frá landskassanum yvir á arbeiðsgevarar, og hetta verður gjørt uttan hoyring ella umrøðu av málinum yvirhøvur. Føroya arbeiðsgevarafelag mótmælir slíkari mannagongd.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at lógarbroytingin kostar arbeiðsgevarum eitt fjórðings prosent av lønarútreiðslunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902